Beschreibung
Hugnalig sethús við tveimum búeindum, sum standa væl fyri við blindan veg í Vesturbýnum, tætt við skúlar, stovnar, handlar og sparkivøll. Stórt og gott stykki er kring ognina við grasfløtu og góðum parkeringsøki við bilskýli. Húsið hevur grøna orkuskipan og góðan sólargang. Í niðaru hæddini til húsið er durur, gongd, kamar, køkur og stova við hurð út í garðin, millumgongd, baðirúm, vaskirúm, teknikkrúm, hjallur/kuldarúm og arbeiðsrúm. Í ovaru hæddini er gongd, 4 kømur og vesi. Í niðaru hæddini er eisini ein tilbygningur við sjálvstøðugari íbúð við duri, baðirúmi, køki og stovu í einum og 2 kømurum.
Objektdetails
VorgangKauf
TypHaus
Baujahr2026
Gesamtfläche192 m²
Zimmer7
Garagenplätze1



