Descrizione
Stóru væl bygdu og tignarligu húsini standa sera væl fyri í góðum og friðarligum øki og í náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við sera vøkrum panoramaútsýni yvir bygdina, landslagið og fjørðin. Dagstovnur, skúli, bókasavn, svimjihylur, ítróttarhøll, handil o.m.a. er nær við. Húsini hava 3 íbúðir. Ovasta íbúðin 26A er 167 m 2 til víddar, 26B í miðhæddini er 95 m 2 og 26C í niðastu hædd er 66 m 2 . Inni í miðjuni í húsinum er stórt fýrrúm / kjallararúm. Í ovastu hædd er inngongd, durur, kamar, gongd, køkur við kova og trappugongd niður til stórt fýrrúm / kjallararúm, borðsstova, lítil stova við útgongd til altan, stór stova, hjúnarúm, baðirúm og kamar. Í miðhæddini er inngongd, trappu uppgongd til gongd, køkur, stova, hjúnarúm, baðirúm, 2 kømur og stórt fýrrúm / kjallararúm við útgongd til hjall. Í niðastu hædd er inngongd, durur /gongd, køkur / borðsstova / stova, millumgongd, baðirúm, vaskirúm og kamar. Harafturat er garður / urtagarður. Váttan fyriliggur frá Vestmanna Kommunu til loyvi at býta búeindirnar sundur til eigaraíbúðir. Tú kanst fáa fleiri upplýsingar við at trýsta á “send mær tilfar”. ✓ Húsaskoðan fyriliggur ✓ Eigaraskiftistrygging fyriliggur





